2 deyðbóltar avgjørdu dystin. Longu í 6.minutti kemur eitt høgt fríspark inn í føroyska brotsteigin. Málverjin kemur út, men sleppur ikki rættiliga til fyri við og mótleikarum. Endin er, at eitt Birmingham bein fær lobba bóltin upp um málverjan og í tóma málið. Bara 7 minuttir seinni er aftur vandi á ferð. Hornaspark úr vinstru væl innfyri, har ein breti setur pannuna á og bólturin brestur í yvirleggjaran og út aftur til tann næsta, ið skallar bóltin í netið.
Trupul byrjan, sum ávirkaði føroyska liðið keðiliga vegin somikið, at vit at kalla ongantíð komu í gongd í hesum dystinum. Tvær reisur vóru við nær við. Stutt eftir 1-0 málið hevði Patrik Johannesen eitt gott skot, men bólturin fór tíverri beint omanfyri og í byrjanini av seinna hálvleiki fangar Brandur Olsen eina feilsending frá Birmingham og setir kós móti málinum, spælir Poul Ingason, men skotið fer nakað væl omanfyri.
Eingilskmenninir vóru væl betri enn okkara í dystinum í gjár. Vit gjørdu alt ov nógvar feilir, eisini tá ið vit ikki vóru so pressaðir. Hóast tað altíð er keðiligt at tapa, so kann man í neyðini frøðast um at síggja góðar fótbóltsleikarar. Nr. 7 hjá Birmingham vísti sera gott fótbóltsspæl, ein fragd at síggja lítla og kvika drongin “fót”fara bóltin.
Úrslitið hevur við sær, at dysturin í dag móti oddaliðnum Albion BC verður avgerandi fyri endaliga støðuna. Í løtuni liggja teir á odda við 9 stigum, meðan vit og Birmingham hava 6 stig. Birmingham spælir móti norska Tasta IL. Lítil ivi um, at Birmingham vinnur stórsigur. Vinna og vit eingilskmenninir verður málúrtøkan avgerandi. Undan dystunum í dag hava vit +10 og Birmingham +2.
Men alt hetta vita vit meira um seinni í dag, tá ið klokkan nærkast nátturðatíð.